Í samband við Føroya Sjómannadag 2008 var skipað fyri vatnkríggi á vánni útfyri Stangabrúnni.
Umleið 300 børn høvdu meldað til fiskikappingina á Kósbrúnni, hósdagin í farnu viku.
Eftir fiskikappingina løgdu útróðrarbátar at bryggju á Kósini og tóku børn og foreldur umborð.
Eftir at Fløskupostar vóru kastaðir vestanfyri Háskúlan, gekk leiðin ínn á Stangabrúnna har Bláabylgjan koyrdi kassar umborð við vatnballónum.
Síðani móltu bátarnir í klingur meðan kríggjast var vit vatnið – og einki bleiv spart – sum myndirnar vísa.
sí myndir




