Hóast Jóannes Eidesgaard hevur víst seg at vera dugnaligur politiskur telvari, so eru møguleikarnir hjá løgmanni at tryggja politiskan stabilitet ikki serliga eyðsýndir
Tað ljóðar at løgmaður av álvara umhugsar at leggja kongin og lata upp fyri eini formannsrundu og harvið samráðingum um nýggja samgongu.
Eingin av politisku flokkunum ynskir nýval og hóast samgongan hevur gjørt eina samstarvsavtalu við sjálvstýri, so fer tann avtalan neyvan at bera málini, sum samgongan setti sær fyri at fremja – heilskapaði gjøgnum løgtingið.
Løgmaður var sjálvur úti og segði at hann vildi hava tríggjar stórar flokkar í samgongu – men eftir útmeldingarnar frá Sambandinum og Folkens – er hesin møguleikin ikki longur.
Ein útmelding er vantandi frá løgmanni skjótt – helst í kvøld og sum skilst umhugsar løgmaður at leggja kongin.
Tó er líkt til at løgmaður hevur møguleika fyri at byrjað av nýggjum við gomlu ABC samgonguni – tí hóast nógv politiskt rumbul síðan løgtingsvalið – er Jóannes Eidesgaard framhaldandi mest eyðsýnda løgmannsevni.
Vit hava tosað við løgmann fyri løtu síðan – men hann vil ikki gera viðmerkingar uttan tað at ein útmelding fer at koma frá Javnaðarflokkinum.




