sigur Jenis av Rana, formaðu í Miðflokkinum, sum váttar at málið er at skerja blokkin 30 milliónir krónur á komandi fíggjarlóg
– Vit settu hart móti hørðum í vikuskiftinum og tað vísti seg at geva úrslit, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
– Fyri eini viku síðan gjørdu vit eina samstarvsavtalu við Sjálvstýrisflokkin og nú gleða vit okkum at sleppa til arbeiðis.
– Um løgmaður hevði lagt kongin – høvdu vit verið í størnarloysi og tað hevði ikki verði nøkur góð støða.
Blokkurin skal skerjast
Jenis av Rana sigur at samgongan hevur ikki enn viðgjørt hvussu blokkurin skal skerjast.
– Í samgonguskjalinum hava vit sett okkum sum mál at skerja blokkin tey næstu fýra árin við 113 milliónum krónum.
– Eg haldi tað vera skilagott at skorið hann við tí, sum svarar til 1/4 av hesum krónutalinum um árið.
– Men um ætlanin er at bíðja til komandi ár veit eg ikki – men ein niðurskurður, sum svara til einar 30 milliónir krónur um árið – er rímiligur.
– Tó skal ein fíggjarlig uppgerð gerast við danir og tá fíggjarmálaráðharrin hevur tað svart uppá hvítt eiga danir sjálvandi at gjalda okkum tann pening – sum teir hava forvunnið við at hava ræði í Føroyum.




