Tykist mær, sum menn nú allir loypa á bláman, nú fíggjarmálaráðharrin ferð at viðgera spurningin um blokkniðurskurðin í samgonguni.
Hetta er ein fyrireiking til tilmæli, ið danska stjórnin á hvørjum árið fær, um støddina á blokkinum. Hetta tí at stjórnin skal seta upphæddina á teirra fíggjarlóg, ið verður løgd fram í oktober mánaða.
Eg vil enn einaferð minna á, at henda samgongan hevur bundið seg til at reka ein ábyrgdarfullan fíggjar- og búskaparpolitik, har lagt verður upp fyri sveiggjum í búskapinum og neyvt tamarhald er á øllum útreiðslum. Eisini hava vit semju um, at øll politisk átøk eru bundin at búskaparstøðuni.
Mín áheitan er, at vit fara undir at viðgera okkara egnu fíggjarlóg fyri 2009, og hyggja at hvussu hon kann fáast at hanga saman, við øllum teim ætlanum ið henda samgongan hevur.
Vit hava eisini ásetingina um blokkniðurskurð í samgonguskjalinum, men hon er bert ein partur av heildini og tann ásetingin er eisini bundin at figgjarstøðuni. Lat okkum viðgera alla heildina í samgonguni og ikki í fjølmiðlunum.
Vit hava eina rugvu av málum eitt nú á almanna- og heilsuøkinum, ið vit hava sett okkum fyri at fremja í hesum samgonguskeiðnum. Eg kann nevna mvg av frukt og grønt ella hægri barnafrádrátt, framhaldandi útbygging av eldraøkinum so tørvurin a búplássum verður nøktaður, eftirløn til øll og hægri pensión til tey ið ikki hava aðra inntøku. Hesi mál, kundi nevnt fleiri, eitt nú innan útbúgving og gransking, hava líka so stóran týdning sum spurningurin um blokkin. Javnaðarflokkurin ynskir eina heildarviðgerð av hesum spurningunum, og ferð ikki einvíst at ganga við til at minka blokkin um hetta merkir at aðrir týdningarmiklir vælferðarágóðar ikki kunnu fremjast.
Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna




