Løgtingsformaðurin valdi at niðurleggja tingarbeiðið, meðan ósemjur leikaðu á í samgonguni, skriva Jógvan á Lakjuni og Alfred Olsen, næstformenn á tingið
Nú er fráboðað framhald av samgongu, og nýggjur tingfundur ásettur fríggjadagin kl. 9.30.
Uppskotið um landsjørð skuldi vera á skrá til tingfund í síðstu viku, men tingformaðurin hevur ikki sett uppskotið á skrá til í morgin, fríggjadagin, 22. aug. Hetta tykist løgið, tí málið er ikki afturtikið!
Vit taka als ikki undir við hesum uppskotinum, og tað er ikki tí, vit gera vart við okkum. Tvørturímóti! Tað einasta rætta hevði verið, at málið varð tikið aftur, tí øll vita, at hetta er eitt illa fyrireikað uppskot, sum ongastaðni hevur verið til hoyringar.Og samtykkir løgtingið uppskotið, hevur tað sera álvarsligar avleiðingar fyri landbúnaðarvinnuna, umframt at tað kemur í gildi framløgudagin, t.v.s. afturvirkandi.
Men sum næstformenn í tinginum vilja vit gera vart við, at skráin fyri tingfundir kann ikki leggjast eftir ósemjum í samgonguni. Tingformaður er formaður fyri alt tingið.
Annaðhvørt má landsstýrið taka málið aftur, ella má tað viðgerast beinanvegin í løgtinginum. Tað ber ikki til at halda einari heilari vinnu í óvissuni upp á henda mátan. Landbúnaðarvinnan hevur krav uppá at vita, hvat hendir!
Tað kann ikki vera rætt, at løgtingsdagsskráin verður gísli í ósemjum hjá samgonguni.
21. august 2008
Jógvan á Lakjuni og Alfred Olsen, næstformenn á tingi.




