Tann 18. august hevði Jákup Olsen 25 ára stavsdag og í gjár var móttøka í Norðoya Sparikassa
Jákup arbeiddi 10 ár í Sjóvinnubankanum áðrenn hann í 1983 byrjaði í Norðoya Sparikassa.
Frá ’84 til ’02 var Jákup innanhýsis grannskoðari og fram til ’08 hevur hann verið avgreiðsluleiðari.
Í ár stovnaði sparikassin eitt nýtt virkisøkið sum eitur "private banking" har sparikassin hevur eitt meira beinleiðs samskiftið við viðskiftafólkini.
Hósdagin var móttøka
Tá vit vóru framvið við myndatólinum beint fyri lukkitíð vitjaði nevndin fyri sparikassan og stjórin Eyðfinn Reyðberg segði nøkur orð.
M.a nevndi hann at Jákup er ein persónur, sum altíð hevur havt ein livandi áhuga fyri øllum starvsøkjum í sparikassanum og at hann var ein góður sparringspartnari.
– Jákup er ein persónur sum ikki ger nógv um seg, men hóast tað hevur hann sett síni fingramerki á so at siga alt virksemið hjá Sparikassanum.




