Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólk elska rund tøl

John William Joensen

Í seinastu viku seldi kringvarpið 33.200 Gekkar og tað er met. Sambart kringvarpinum hevur sølan gjørt stór lop – hvørjaferð Gekkurin hevur rundað stóru rundu tølini

Jens Albert Simonsen, framleiðslustjóri, sigur at Gekkurin fríggjakvøldi er størsta kontant peningagáva, sum nakrantíð hevur verið burturlutað í Føroyum.

– Tað hava verið ymiskar lutaseðlasølir við vinningum, sum hava havt størri viðri, men hetta er størsti kontati vinningurin.

– Vit settu met í seinastu viku við 33.200 seldum Gekkum og vit vantað at sølan verður nakað tað sama fríggjakvøldið.

Fólk elska rund tøl
Sambart framleiðslustjóranum hjá Gekkinum, er okkurt serligt við rundum tølum.

– Tá Gekkurin fóru upp a 400.000 krónur gjørdi sølan eitt ógvusligt lop frá 19.000 upp til 25.000 Gekkar.

– Vit lógu so støðugt á umleið 25.000 seldum Gekkum í fýra vikur til Gekkurin fór upp á 500.000 krónur.

– Tá gjørdi sølan aftur eitt lop frá 25.000 upp á 33.200 seldar Gekkar.

– Tí vantað vit at sølan verður nakað tað sama fríggjakvøldið – men um eingin vinnur fer Gekkurin uppá 600.000 krónur – og so verður spennandi at síggja um tað eisini ávirkar søluna.