Jens Albert Simonsen, framleiðslustjóri, sigur at tað er eitt avmarka tal av serium – og tí er ein ávísur møguleiki fyri at keypa eins Gekkahefti.
– Tey sum spæla Gekk eiga at keypa gekkarnar á einum sølustaði tí tá er ikki vandi fyri at fáa eins Gekkar.
Spurdur um tað ikki er vanligt tá slík slpøl eru – ella lutaseðlar – at fólk keypa úr ymiskum buntum og á ymiskum støðum, sigur Jens Albert at hetta óivað er so.
– Men vit kunnu ikki endurrindað fyri Gekkahefti sum eru eins – tí so kundu fólk savna hefti saman á arbeiðsplássum og so latið heftir inn og fingið pening aftur.
– Tey fáa vinning fyri báðar seðlarnar – um so er at tey vinna – og tað má verða nóg mikið.
Spurdur um tey so fáa eykaumfør við Gekka-hjólinum – um tey koma ígjøgnum eftir at hava vunnið við tveimum Gekkum, sigur framleiðslustjórin avgjørdur:
– Nei, tú selpur einans at snara tríggjar ferðir – tað er púra greitt.
Framleiðslustjórin sigur víðari at nú so nógvir Gekkar hava verið seldir í seinastuni er tað komið fleiri ferðir fyri at fólk hava gjørt vart við at tey hava keypt eins Gekkar.
– Vandin er ikki so stórur tá Gekkarnir eru minni og varnast fólk hetta áðrenn kl. 19 fríggjakvøld ber jú til at fara til eitt av sølustøðunum og bíta Gekkahefti um.
– Men eftir at spælið er byrjað ber ikki til at bíta um ella fáa pengar aftur.




