Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður tilnevnt landsstýriskvinnu í mentamálum

John William Joensen

Løgmaður hevur í morgun tilnevnt Óluvu Klettskarð úr Klaksvík sum nýggja landsstýriskvinnu í mentamálum og hevur samstundis loyst Kristinu Háfoss úr embætinum.

Óluva Klettskarð, sum er ættað úr Haraldssundi, er 43 ára gomul og gift við Andrasi Sólstein. Tey eiga tveir dreingir, sum eru 7 og 18 ára gamlir. Óluva er útbúgvin cand. mag. í søgu og føroyskum. Hon starvast sum lærari á studentaskúlanum á Kambsdali og á HF-skeiðnum í Klaksvík.

Mótttøka verður í Mentamálaráðnum mánadagin 1. sept. kl. 16.00, har løgmaður fer at handa Kristinu Háfoss fráfaringarskjal og Óluva Klettskarð tilnevningarskjal.