Enn er órógv á altjóða virðisbrævamarknaðinum. Fyribils verða tað evropeiski og amerikanski meginbankin, ið avgera gongdina.
Higartil hava amerikanarar sett rentuna niður við stuttum millumbilum fl eiri ferðir. Fyri fyrst fer evropeiski meginbankin
at leggja dent á vaksandi infl atiónina í Evropa.
Íleggjararnir ansa tískil alla tíðina eftir metingunum hjá meginbankunum av fíggjarligu støðuni. Hetta hevur skapt ótryggleika millum íleggjararnar, og tað hevur serliga havt ávirkan á amerikanska partabrævamarknaðin.
Amerikanski partabrævamarknaðurin hevur stóran týdning fyri gongdina á hinum partabrævamarknaðunum
í heiminum, eisini hóast eitt nú skandinavisku búskapirnir ikki eru eins ábærir sum tann amerikanski.
Kursirnir á skandinavisku partabrævamarknaðunum hava soleiðis verið ávirkaðir av altjóða viðurskiftunum í longri tíð. Men vinningurin hjá størru fyritøkunum hevur ikki verið ávirkaður í størri mun, og mett verður tí, at løtan er tann rætta at gera íløgur í summar av hesum størru fyritøkunum.
Hetta kann gerast við at seta pening á eina innlánskontu hjá Norðoya Sparikassa. Tá peningur verður settur inn á hesa kontu, verður vøksturin í partabrævakursinum
hjá seks úrvaldum skandinaviskum partabørvum goldin á kontuna eftir trimum árum. Peningur kann setast inn á innlánskontuna fram til 25. september.
Áhugaverd partabrøv
Norðoya Sparikassi hevur valt út seks skandinavisk partabrøv – í Nokia, Statoil, H&M, AstraZeneca, A.P. Møller Mærsk og Danske Bank. Vit meta hesi partabrøvini
vera serliga lokkandi og hava stórar vakstrarmøguleikar.
Ein savnað íløga í hesi seks partabrøvini er ein breið íløga, ið tekur burtur ein stóran part av tí váða, ið annars hevði verið við at gjørt íløgur í bert eitt ella tvey av partabrøvunum.
Eyðkenni fyri øll partabrøvini er, at tey hava fast pláss í indeksinum yvir partabrøvunum við størsta og hægsta gjaldførinum á keypsskálunum í Noregi, Svøríki, Danmark og Finnlandi.
Harumframt eru allar seks fyritøkurnar eyðkendar við at vera stórar fyritøkur á sínum økjum – fl estu teirra eisini úr altjóða sjónarhorni.
Vinningur og trygd
Tú fært ongan rentuvinning í 3-ára innlánstíðarskeiðnum. Í staðin fyri fært tú vøksturin í partabrævakursunum eftir 3 ár. Tú kanst tó í mesta lagi fáa 40%, ið vit rokna sum eitt høgt støði.
Vit meta, at tíðin er tann rætta at gera íløgur í hesi partabrøvini. Vit kunnu tó sjálvsagt ikki útiloka, at partabrævakursirnir framvegis kunnu verða ávirkaðir av
ymiskum viðurskiftum, ið fáa kursirnar at fella.
Tað er tí týdningarmikið, at tú hevur trygd fyri at fáa alt upprunaliga inngjaldið aftur eftir trimum árum, óansæð hvussu nógv partabrævakursirnir skuldu fallið




