Nú er at rigga til. Dragin boðar frá, at árliga fiskikappingin verður 13. sept. og til at stuðla Dragan væntast “hvør fjøl á flot”
Tann árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum skúlaskipið "Dragin" skipar fyri, verður leygardagin 13. september.
Tá verður hampiliga góður streymur, og so er bert at vóna, at veðrið verður til vildar. Ì blaðnum í næstu viku verður
nærri greitt frá luttøkutreytunum.
Um kvøldið verður fiskikappingardansur í Skálanum, har kendi bólkuri úr Tórshavn – " LM – band ," spælir góðan, gamlan dansitónleik.




