Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Hansen í Århus

Oliver Joensen

X Factor vinnarin, Jógvan Hansen, spælir fyri føroyingum í Århus leygarkvøldið. Við sær hevur hann Pætur við Keldu

Hann klippir um dagin, og hann syngur um kvøldið. Soleiðis hevur dagligdagurin hjá Jógvani Hansen verið seinasta góða árið, síðani hann vann íslendsku útgávuna av X Factor. Honum nýtist ikki at keða seg, tí boð eru eftir honum at kalla allatíðina. Kortini hevur hann funnið stundir til at koma til Århus at spæla fyri føroyingum í Áarstovu, sum er hølið hjá føroyingafelagnum í Århus.
– Eg gleði meg at koma til Århus at spæla. Hetta havi eg ikki roynt áður. Mær dámar ógvuliga væl at spæla fyri føroyingum, og mín partur skal liggja eftir, sigur Jógvan Hansen.
Við sær hevur Jógvan Pætur við Keldu. Teir báðir kennast væl, og klaksvíkingarnir báðir ætla sær at spæla góðan gamlan og nýggjan tónleik – bæði føroyskan og útlendskan, sum teir málbera seg.


Fanga áhugan

Arbeiðið í Àarstovu er áhugaarbeiði burturav. Stuðul til húsaleiguna kemur frá Århus kommune, men tað er ikki nóg mikið til at fáa tað at mæla runt og als ikki at fyriskipa nøkur munagóð tiltøk. Tað hevur eydnast at fáa Jobmatch, ið verður hildið á Bryggjuni í Keypmannahavn 26. og 27. september at stuðla tiltakinum.
– Jobmatch er fyri allar føroyingar, sum hava áhugað fyri at arbeiða í Føroyum. Tað hevur týdning, at luttakaranir á arbeiðsmarknaðinum koma hvørjum øðrum við. Hetta verður millum annað gjørt við Jobmatch, har vit royna at røkka út og møta føroyingum uttanlands, sigur Bogi Eliasen, sum er við til at fyrireika Jobmatch.
Fleiri av føroysku fyritøkunum og stovnum nýta eisini útisetar sum arbeiðsmegi. Yvirskipaða ætlanin er at broyta brain drain til brain gain.
Tiltakið við Jógvan Hansen og Pætur við Keldu byrjar kl. 22.30 í Áarstovu, Vestergade 48D í Århus