Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óváttað tíðindi úr KÍ-leguni: Nýggi høvuðsvenjarin til venjingina mánakvøldið

Norðlýsið ÍTROTTUR

Sum skilst, er KÍ so nær við at fáa avtalu við mannin, sum skal avloysa Eyðun Klakstein sum høvuðsvenjari, at nýggi maðurin helst verður á vøllinum til venjingina mánakvøldið kl. 18.

Meðan Eyðun Klakstein framvegis kempaði við at venda gongdini, byrjaðu nøvn á venjarum so smátt at hoyrast í krókunum sum boð upp á nýggjan høvuðsvenjara.

Serliga eru tað tvey nøvn, sum hava verserað.

Líka síðan hann var høvuðsvenjari í KÍ síðst í nítiárunum, hevur Jóannes Jakobsen aftur og aftur verðið frammi millum KÍ-fjepparar og onnur uttan um felagið, har mong halda hann vera rætta mannin til heita KÍ-stólin.
Jóannes er væl umtóktur, tí fólk minnast hann frá árunum 1996-98, tá ið KÍ hevði sera góð úrslit.

Hitt navnið, sum eisini er seiglívað millum KÍ-fólk í løtuni, er Petur Mohr.
Petur Mohr er maðurin, sum vann føroyameistaraheitið við KÍ í 1991. Sostatt er hann tann seinasti føroyski venjarin, sum hevur vunnið FM við KÍ, og tí er einki løgið í tí, at fólk nevna hann sum nýggjan skipara á flaggskipinum, nú tað brýtur í bæði borð.

Í skrivandi løtu (sunnukvøldið 7/9-08 kl. 23:30) er tað tó als ikki vist, at maðurin, sum verður á Injector Arena í annaðkvøld (mánakvøldið) verður antin Petur Mohr ella Jóannes Jakobsen, tí enn er einki váttað av KÍ.

Tað kann tí gjarna verða ein heilt triðji persónur.

Vit bíða í spenningi, og uttan iva verða nógvir áskoðarar við Injector Arena í annaðkvøld, tá ið svarið vónandi gongur á vøllinum.

KOYR Á KÍ !!!

Harleywoodpaint