Fyri løtu síðan fingu vit fatur á stjóranum í sp/f KÍ, Kára Purkhús, og sum skilst er komið upp undir land við venjara-spurninginum
Kári Purkhús sigur at arbeiði við at finna nýggjan høvuðsvenjara er komið upp undir land – men at tað ikki verður Jóannes Jacobsen.
– Tað hevur verið nógv skrivað um hvør komandi venjarin hjá Kí verður og eg kann siga so mikið at FSF hevur gjørt vart við at bert venjarar, sum hava A-licens venjaraútbúgvingina – kunnu koma upp á tal.
– FSF hevur gjørt okkum greitt at undantøk ikki verða givin longur frá hesi reglu og tí noyðast vit at fyrihalda okkum til tað.
Sambart stjóranum í sp/f KÍ er tíðindaskriv vantandi seinri í dag.




