Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaheilsurenning: Fantastiska góð undirtøka!

John William Joensen

Tað vóru 800 væl upplagdir luttakarar við í árligu Fólkaheilsurenningini, sum Treysti skipaði fyri í allarfagrasta veðri í Klaksvík leygardagin kl. 14.00

Tiltakið byrjaði í Badmintonhøllini kl. 13.00 tá luttakararnir kundu avheinta startnummar og endurskinsvest. Tað gekk skjótt undan við vestum. Treysti hevði fyrireikað seg væl og bílagt 500 endurskinsvestar, sum Fólkaheilsuráðið og Ráðið fyri Ferðslutrygd lótu til hvønn einstakan luttakara. Men tað var alt ov lítið tí undirtøkan var so góð, og tí vóru 300 luttakarar, sum mugu bíða til seinni við at fáa endurskinsvest. 

Áðrenn upphitingin byrjaði, segði Guttorm Sørensen frá Treysti nøkur orð. Hann helt m.a. at tað var heilt, heilt fantastiskt at síggja so nógv fólk, og at tað altíð er stuttligt at skipa fyri tílíkum tiltøkum, tí fólk eru altíð so glað og positiv.

Hann gav síðani orðið til YNDI Fitness, sum tók sær av upphitingini, sum gekk fyri seg í Badmintonhøllini. Tað var ein sera vøkur og serstøk sjón at síggja hesi 800 fólkini hita upp samstundis. 

Eftir eina sera góða upphiting, fóru øll niðan á Bøgøtu, har ÍSF-forsetin Sølvi R. Hansen fyrst bar eina heilsan frá Hans Paula Strøm, heilsumálaráðharra, sum tíverri ikki kundi verða við vegna forfall. Hans Pauli heldur at klaksvíkingar og Treysti við tiltakinum "Renn fyri heilsuna" hava verið slóðbrótarar og eru ein fyrimynd fyri onnur í Føroyum. 

Síðani segði Sølvi R. Hansen nøkur fá orð, áðrenn øll taldu niður og Fólkaheilsurrenningin bleiv skotin í gongd. Og tað var ein ordiligur riðil, sum fylti Bøgøtu frá Skálanum og omaneftir. Onkur luttakari helt fyri, at hetta var akkurát, sum at síggja startin til eitt stórt altjóða marathon. 

Teinarnir vóru 2 km ella 5 km. Rutan gekk oman eftir Bøgøtu, aftanfyri Skýlið, framvið KFUM og úteftir. Tey sum valdu styttra teinin vendu á Gravarbø, meðan tey sum tóku longra teinin vendu beint sunnanfyri allar bygningarnar á Skarðhamri.

Tað vóru øll sløg av fólki í øllum aldri, sum luttóku og har vóru eisini luttakarar úr Eysturoynni, Streymoynni og Vágunum.

Bæði áðrenn og aftaná kundi ein gera ymsar mátingar av heilsustøðuni, tí har vóru fólk frá m.a. apotekinum, fyribyrgingarráðum o.ø. og Húsarhaldsskúlin vegleiddi um m.a. kostráð.

Tá ein kom aftur var vatn at fáa frá Føroya Bjór og frukt frá Klaksvíkar Kommunu. Eisini vitjaðu Bassarnir frá EIK og lótu teir sunkist til børnini.

Samanumtikið ein sera væleydnað Fólkaheilsurenning 2008.