Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongan eigur ikki uppskotið

John William Joensen

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum – heitir nú beinleiðis á Tórbjørn Jacobsen um at taka uppskotið aftur

Tað er dramatikkur í løgtinginum í morgun og nú er púra greitt at landsstýrismaðurin í Fiski- og Landbúnaðarmálum hevur ikki undirtøku í samgongu – ella andstøðu fyri sínum ætlanum á landbúnaðarøkinum.

Formaðurin í Miðflokkinum – Jenis av Rana – vendi sær beinleiðis til landsstýrismannin – frá tingsins røðarapalli – og bað hann um at taka uppskotið aftur!

Hann fanst at framferðarháttinum hjá landsstýrismanninum og kundi als ikki góðtaka hann.

Tingfólkum – úr øllum flokkum – sum hava verið á røðarapallinum í morgun hava øll givið til kennar at tey stuðal ikki uppskotinum og øll hava funnist at handfaringini hjá landsstyrismanninum.

Harleyfacadeacryl