Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar leiktu javnt í Litava ídag

Oliver Joensen

Tað var væntandi at KÍ kvinnur høvdu ein møguleika ímóti Litava og tað rakk til ein javnleik 2-2.

Ikki kann sigast at tað hevur gingist KÍ kvinnunum nakað serligt í europacup hesaferð. Tvey tap, annað ímóti Ungarn, har úrslitið gjørdist 3-1 til Ungarn, síðani stórtapið ímóti Russlandi, har russar fingu ein 8-0 sigur og nú seinast ímóti Gintra Universitetas úr Litava, har KÍ kvinnurnar megnaðu ein javnleik.
Sigrid Jacobsen skoraði fyrra málið ímenðan Rannvá Andreasen syrgdi fyri útjavnandi malinum.
Ferðaliðið hjá KÍ verður aftur í Klaksvík ímorgin.