Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbólts”kreppan”!!!

John William Joensen

Tá ið eg nú hugsi um føroyskan fótbólt, dugi eg ikki at síggja tann sama fótbóltin sum eg sá fyrr.

Fyri mær virkar tað sum um at støði á føroyðskum fótbólti er lægri nú enn nakrantíð, møguliga takið eg feil. Hyggur man eftir A-landsliðinum, so lógu Føroyar nummar 94 á FIFA styrkilistanum í 1992, í 1999 vóru teir nummar 112, og í dag liggja teir nummar 198 á styrkilistanum, teir hava flutt seg 104 pláss niður síðan 1992.

Tí vildi eg hildi at ein loysn uppá "trupuleikan" kundi veri tann, at man skuldi brúkt meiri orku uppá ungdómsleikarnir enn tað hevur veri gjørt, fyri at fáa teir at lifta fótbóltstøði uppaftur, framtíðin liggur sjálvsagt hjá teimun ungu. Tað hava nakrir leikarar veri uttanlanda og spælt, men har vísir tað seg at teir altíð plágast av skæðum, td. Todi Jónsson hevur veri nógv skæddur í sínari karrieriu.

Har haldi eg at trupuleikin er aftur tann at teir hava ikki vant á nóg høgum/professjonellum støði í heimlandinum frá barndóminum, og so fara teir uttanlands sum hálv vaksnir at venja á einum høgum støði, og tá er trupuleikin tann at kroppurin ikki er trenaður nóg gott til hattar venjingarstøði og dystarstøði, tískil plágast fleiri føroyskir fótbóltsleikararar ov ofta við skæðar uttanlanda. Tí haldi eg at leiðslurnar í feløgunum í Føroyum skuldu brúkt meiri tíð og orku uppá venjarnar, fyri at venjarnir kunnu vera so mikið væl lærdir fyri at forbetra ungdómsvenjingarstøði í Føroyum.

Eg krevji ikki at Føroyðar skal vera eins so gott landslið sum td. Danmark, Ongland ella Noreg. Um vit nú hyggja at nøkrum hagtølum. Í Føroyum eru uml. 5700 fólk sum spæla fótbólt í 22 ymiskum feløgum, Í Onglandi eru um 1,486,000 fólk sum venja fótbólt, í Danmark eru um 301,300 fólk sum venja fótbólt, og í Noreg eru tað um 352,200 fólk sum venja fótbólt, tí er møguleikin størri hjá teimun størru londunum at hava fleiri góðar leikarar enn vit hava. Men hattar skal nú heldur ikki brúkast sum ein umskyldningur, tí eg haldi sjálvur at tað kundi veri gjørt betur innan ungdómsvenjingina kring landið. Um man hyggur eftir teimum ungu fótbóltsleikarunum í Føroyum, er tað sera positivt at síggja teir. teir hava sera góð fótbóltsevnir, men so tá ið teir eru blivnir eldri enn eitt vist, um 13,14 og 15 ára aldurin, so hava tíðanverri teir føroysku ungdómsvenjarnir ikki nóg mikið at bjóða teimun meira, eg sigi ikki at teir onki hava at bjóða tá, men tað skal nakað meira til. Har haldi eg aftur at tað eru leiðslurnar í feløgunum sum skulu koma uppí spælið. Hyggur man eftir tí útlendskafótbóltstøðinum, kanska bara til Danmarkar og Noreg, so er venjingarstøði nógv hægri í teimun londunum enn her heima. Tá ið fótbóltsleikarnir eru um 14 ára gamlir, tá skulu teir verðuliga læra fótbólt, í Føroyum eru nógvir ungir leikarar sum hava ótrúðliga góð fótbóltsevni, teir hava gott bóltkontrol, góð skot og eru skjótir, men tað vísir seg ikki at vera nóg mikið.

Tað vísir seg at ungdómsleikarnir í Føroyum eru ikki langt frá at vera á sama støði sum útlendskir leikarar, U-15 landsliði hevur eitt nú vunni á Skotska felagnum Aberdeen. Um sama U-15 landsliði hevði fari at spælt í móti Aberdeen um eini 7 ár, so hevði tað nok ikki sað líka gott út á máltalvuni. Tí haldi eg at ungdómsleikarnir skulu takast minst líka alvorligt sum Formuladeildsleikarnir, um man vil fáa framgongd á føroyskanfótbólt í framtíðini.


KGD

Harleywoodpaint