Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flaggdagur fyri danskar herðmenn

John William Joensen

Danski verjumálaráðharrin, Søren Gade, fer at lýsa 31. august til tjóðardag fyri danskar herðmenn. Hetta er fyrstuferð – síðan seinra heimsbardaga – at danska stjørnin fer at lýsa almennan flaggdag – fleiri føroyingar gera tænastu í danska herðinum men teir hava onga viðurkenning fingið frá almennu føroyum

Sambart heimasíðuni hjá danska forsætisráðharraflokkinum, skal danska tjóðin flagga ein ávísan dag fyri teimum herðmonnum sum gerða tænastu í Kosovo og Afthanistan.

– De udsendte danske soldater fortjener at blive mindet af hele Danmark, og det er baggrunden for, at regeringen vil indføre en officiel flagdag, siger Søren Gade við Ritzau .

Verjumálaráðharrin skýtur upp at gerða 31. august sum almennan flaggdag fyri tey sum gera tænastu í herðinum.

Dagurin er valdir tí tað var tann 31. august 1990, at Fólkatingið sendi korvettina "Olfert Fischer" til Golfin  í samband við fyrsta Golfkríggi.
Sambart verjumálaráðharranum var hetta dagurin tá Danmark broytti hugburð og aktivt sendi herðfólk út fyri at stuðla friðarskapandi tiltøkum.

Uppskotið skal nú viðgerast av fagfeløgnum hjá soldatum og veteranum – áðrenn avgerðin verður tikin.

Allir almennir stovnar undir statinum fáa boð at flagga og heitt verður eisini á privatfólk um at flagga.

Hetta er fyrstuferð síðan endan av seinra heimsbardaga at danska stjørnin hevur ætlanir um almennan flaggdag sum ikki hevur samband við kongaligar merkisdagar, skrivar Jyllands-Posten í dag.