Um 11-tíðina, 11. september 2001 setti borgarstjórin í New York, Rudoph W. Giuliani pressufundin, eftir at hann hevði sæð fólk leypa beint í deyðan.
Hann tosaði út frá tí hann í hesi løtu hugsaði:
“Tankar mínir fara til tykkum øll, og eg havi samkenslu við tykkum. Eg havi ongantíð í lívi mínum sæð nakað líknandi. Eg var á staðnum fáar minuttir eftir, at tað hendi, og eg sá fólk leypa út av vindeygum í World Trade Center. Hetta er ein ræðulig, ræðulig støða, og tað einasta, eg kan siga við tykkum er, at øll tilfeingi okkara verða sett inn fyri at bjarga so mongum menniskjum sum gjørligt.”
Víðari segði hann: “Endaúrslitið verður, at óhugnaliga mong menniskjalív fara. Eg trúgvi ikki, at vit enn vita, hvussu mong talan er um, men beint nú er neyðugt, at vit seta sjóneykuna á at bjarga so mongum fólkum sum møguligt”.
Jvk
Kelda: “Leadership” av Rudolph W. Giuliani




