Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kórið Eystanljóð til verka aftur

Tíðindaskriv

Aftaná ein stuttan summarsteðg byrjar kórið Eystanljóð, fyrr felagskórið Gøta/Leirvík, venjingarnar aftur týsdagin 16. Sept. Kl. 19.30.

Vænt verður hvørt týskvøld í ovastu hædd á 29 skúlanum í Gøtugjógv.  Hettar er annað árið á klaksvíkingurin Petur Martin Johannesen fer at venja kórið. Í kórinum eru um 30 fólk í aldrinum 18 til 70 ár.

Fyri jól verður fyrst og fremst vænt fram ímóti jólakonsertum, ið verða hildnar í Vesturkirkjuni og í Gøtu Kirkju sunnudagin 7. desember.  Konsertirnar verða saman við Tórshavnar Manskóri.

Nú kórið byrjar aftur upp á eitt nýtt sangár eru nýggir sangarar hjartaliga vælkomnir. Kórið syngur bæði traditionellan og nýggjan tónleik, kirkjutónleik og verðsligan tónleik, føroyskt og útlendskt. Ein og hvør við áhuga fyri sangi kann luttaka. Allir sangir verða lagdir út á netið, so møguligt er at venja stemmur heima. 

Meira fæst at vita um kórið við at ringja til kórleiðaran Petur Martin Johannesen, tlf. 589972, ella til ein av kórlimunum. Listi við nøvnum og telefonnumrum finst á www.sangir.net. Vit gleða okkum til at síggja nógvar nýggjar sangarar.