Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gomul málmanskempa fer aftur á vøllin: John William skal verja málið hjá KÍ ímóti NSÍ

Norðlýsið ÍTROTTUR

Tann nú 39 ára gamli John William Joensen, sum í mong ár var millum fremstu málmenn hjá KÍ, er farin aftur í málmanshandskarnar, nú tað skortar upp á royndar málmenn.

Leygardagin kl. 16:00 spæla 1. deildarliðini hjá KÍ og NSÍ ein dyst á Injector Arena í Klaksvík, sum í ávísan mun má metast at vera ein botnuppgerð, tí KÍ liggur næstniðast við 14 stigum, meðan NSÍ er fjórðniðast við 20 stigum.

Støðan í 1. deild er í løtuni henda (smb. www.fsf.fo):

01)  07 Vestur    21 dystir   50 stig
02)  AB               21 dystir   49 stig
03)  VB/Sumba   20 dystir   47 stig
04)  TB               21 dystir   39 stig
05)  Víkingur      21 dystir   27 stig
06)  HB              20 dystir   21 stig
07)  NSÍ             21 dystir   20 stig
08)  B68             21 dystir   18 stig
09)  KÍ               19 dystir   14 stig
10)  EB/Str.        21 dystir   10 stig

Tað er tí serliga umráðandi fyri KÍ at fáa nakað burtur úr hesum dystinum.

Orsøkin til, at John William aftur er at síggja millum málstengurnar hjá næst besta mansliðnum hjá KÍ, er uttan iva, at tað í løtuni er fráfall av málmonnum vegna skaðar og útbúgving. Eisini Rói Egholm, sum ikki hevur spælt í nøkur ár hevur verið til venjing í vikuni.

John William var í nógv ár millum fremstu málmenn í KÍ. Eitt nú var hann partur av liðnum, sum í 1991 vann føroyameistaraheitið við Peturi Mohr sum venjara.

Dysturin ímóti NSÍ er kl. 16:00 leygardagin.