Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennitíðindi: Jan Elmar vann bronsu í DMU

John William Joensen

Jan Elmar Sørensen og Rebekka Fuglø úr Treysti luttóku um vikuskiftið í DM fyri ung í frælsum ítrótti, sum var í Hvidovre

Treysti hevði um vikuskiftið tveir luttakarar við í DM fyri Ung, sum var í Hvidovre. Tað vóru tey bæði Jan Elmar Sørensen og Rebekka Fuglø. 

Jan Elmar luttók í bólkinum dreingir 16-17 ár í 2.000m forðarenning leygardagin og 5.000m sunnudagin, meðan Rebekka, sum luttók í bólkinum gentur 14-15 ár, var við í 300m leygardagin og 800m sunnudagin.

Tað gekk væl hjá teimum báðum. Jan Elmar megnaði at vinna eitt bronsumerkið í 2.000m forðarenning, sum er ein grein hann ongantíð áður hevur luttikið í. Tíðin hjá honum varð 6.56,89 min. sum er bólkamet. Sunnudagin royndi hann seg á 5.000m teininum og her setti hann persónligt met við tíðini 17.24,31 min. og bleiv nummar 10.

Rebekka setti persónligt met, bólkamet og føroyskt met á 300m teininum, sum hon rann uppá 44,74 sek. og rakk tað til eitt sjeyndapláss. Á 800m teininum kom Rebekka, sjálvt um hon hevði fjóðru bestu tilmeldingartíð, til at renna í heati har allar hinar høvdu nógv seinni tilmeldingartíðir. Hon gjørdist eisini greiður vinnari í sínum heati við tíðini 2.25,04 min. og tá seinna heat, har hon burdi verið við í, var komið á mál, bleiv tað til eitt fimtapláss til Rebekku. 

Guttorm Sørensen, sum er venjari hjá teimum báðum og var við í Hvidovre, var sera væl nøgdur við avrikini hjá teimum báðum.

Føroysk feløg kunnu ikki luttaka í DM, og tí runnu tey bæði fyri Vejle IF til DMU. Vejle IF er felagið, sum Guttorm Sørensen rann fyri 1990-1993, tá hann búði í Vejle.

 

Harleyfacadeacryl