Meðan føroyingar sitað klistraðir uppat útvarpstólum og skannað alnótina fyri at frætta um politisku støðuna – er Sjónvarp Føroya sløkt
Hví so er – er ilt at gita – men tað er merkisvert at stórtíðindi – sum tá løgmaður sigur samgongusamstarv upp – og harvið letur upp fyri nógvum – skjótum – politiskum telvingum – at Kringvarpið velur at lata sjónvarpið verða sløkt???
Tað má vera heimsmet – í dovinskapi at almenna sjónvarpsrásin als ikki sendur í løtuni.
Vit skulu kanska bíðja fýra tímar – til Dagur og Vika – endiliga kemur á skýggjan – við endurgevingum av tí sum Útvarpið og aðrir miðlar hava borið fram í dag.




