Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður ein veikur leiðari

John William Joensen

– Tað sum øll hava sæð og vantað í longri tíð – er nú veruleiki – og endiliga staðfest av løgmanni, sigur Jógvan við Keldu, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, sum ikki stillaði upp á seinasta løgtingsvalið.

Norðlýsið hevur spurt Jógvan við Keldu, fyrrverandi løgtings- og landstýrismann, um politiksku støðuna.

– Hetta er lagnurnar speiðsemi!

– Hetta er fyrsta hálva árið – sum er farið síðan Føroyar gjørdust eitt valdømi – har tað var umráðandi at fáa so nógvarar akademikarar inn í løgtingið sum gjørligt – og nú kunnu vit staðfesta at tað ongantíð áður hevur verið so nógvur ruðuleiki.

– Eg havi nevnt tað fyrr – at Jóannes Eidesgaard hevur ein sera stóran veikleika sum stjørnarleiðari, tí hann altíð hevur  bakka undan – lopið har garðurin er lægstur, og hevur kanska ikki verið varðugur við at kavabólturin hevur rulla frammanfyri – er vaksin – og at ein og hvør hevur vitað at tað kundi ikki endað ørðvísi.

– Samstundis hava vit eisin bitið merkið í – at orðsøkin til at Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen gingu so hart inn fyri at fáa eitt valdømi í Føroyum – var tí teir vantaðu ikki at blíva afturvaldir.

– Hetta hevur kostað føroyska samfelagnum dyrt!

– Tað verður ikki tespiligt at taka upp eftir hesum  – nú tað í sól og mánað sær út til at vit eisini fáa eina fíggjarliga afturgongd.

– Samstundis sum sentralisman hevur avgjørt at seta hópin av almennum byggingum í verk í høvuðsstaðnum – og við tí økja stórliga um almenna raksturin.

– Hinvegin – tá alt skal sigast – so er Tjóðveldi ikki at arbeiða saman við – og sjálvur haldi eg at flokkurin eisini hevur verið vandamikil fyri Klaksvík.

Harleywoodpaint