Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú má telvast rætt

Oliver Joensen

Vit hava nakrar avgerandi trupulleikar í tí politiska trúvirðinum, ið komandi samgonga má taka í størsta álvara.

Fiskivinnan, ið enn er okkara framtíð, kemur at krevja eina politiska stýring, ið skilur vinnuna frá øllum vinklum.

Tað eru nøkur mál í krevja meira innlit enn onnur mál. Fiskivinnan er okkara størsta inntøkukelda, tí má hetta mál lýsast til fulnar, áðrenn vit byrja upp á slíka viðgerð av fiskivinnuni, sum vit hava sæð tey seinastu árini.

Skil og trúvirði skulu inn í kjakið aftur.
Um vit framhaldandi skulu hava eina fiskivinnu, sum er eitt búskaparligt íkast, má komandi Fiskimálaráðharrin duga at seta teir røttu spurningarnar og vita, hvussu hesi svar skulu fáast til vega.

Fiskirannsóknarstovan má og skal fáast at virka til fulnar við allari teirri vitan, ið vit longu hava, men ikki brúka. Nýggi fiskimálaráðharrin kemur at fáa eitt stórt uppruddingararbeiði, ið kemur at krevja eina holla vitan og eitt framúr gott samstarvsstev.

Góða eydnu til komandi samgongu, hvør hon so verður. Sitandi leiðsla hevur ikki megnað, meir enn vit høvdu væntað. Vit vóna, at komandi stjórn hevur meira kjøt uppi á beinunum, enn undanfarna samgonga, tá tað um fiskivinnuna ræður.

www.eydstein.fo

Harleyfacadeacryl