Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býti virðini javnari

John William Joensen

Áheitan frá SAMTAK til flokkar sum samráðast um nýggja samgongu

Tann stóra framgongd, sum hevur verið á Føroya landi seinastu árini er ikki komin øllum nóg væl til góðar – ein komandi samgonga hevur umvegis almannanna-, heilsu-, fíggjar- og útbúgvingarpolitikkin møguleika at bøta um hetta.

Samtak heitir inniliga á eina komandi samgongu um at raðfesta álmanna-, heilsu og útbúgvingarmál, og at gera sítt til, at virðini verða betur býtt millum fólki her býr.

Skattaskipanin – herundir eisini kommunuskattaskipanin – treingir til at verða endurskoða og broytt. Samtak mælir til, at landsstýrið í felag við eitt nú kommunufelagsskapirnar fær eina breiða semju um, hvussu ein framtíðar kommunuskattur skal skipast, og hvussu peningur skal javnast út. Eisini metir Samtak tað verða av stórum týdningi, at borgarar í landinum rinda tað sama í skatti, óansæð hvørjari kommunu viðkomandi er úr.
Samtak metir tað verða av stórum týdningi, at økja lutfallshækkanina (progressivitetin) í skattaskipanini – bæði í landsskattinum og kommunuskattinum – hetta kundi verið gjørt við at gera kommunuskattin lutfalshaækkandi heldur enn lutfalsjavnan, sum hann er í dag, umframt at seta nøkur skattastig afturat í landsskattastigan fyri tær sera høgu inntøkurnar. 

Fyri at skapa einar betri og rættvísari Føroyar, vilja feløgini í Samtak minna á tey ynskini í Samtak skjalinum frá januar mánaði. Feløgini heita tí inniliga á eina komandi samgongu um at hava niðanfyri ynskir í huga.

Samtak skjalið
1. Ein nýggj og dagførd forsorgarlóg skal smíðast og setast í gildi í seinasta lagi í 2010.
Henda lóg skal avloysa donsku forsorgarlógina frá 1988, ið upprunaliga varð gjørd í 1967. Forsorgarlógin er gomul og ótíðarhóskandi og hjálpir ikki nóg væl fólki, ið hava tørv á hjálp frá tí almenna. Almennu forsorgarveitingarnar skulu vera skattskyldugar bruttoveitingar, og pensjónsgjald skal leggjast omaná forsorgarhjálpina.
Í nýggju forsorgarlógini skal eitt fátækramark ásetast. 

2. MVG’ið skal vera lægri fyri neyðugar húsarhaldsvørur og heilsugóðar vørur so sum mjólk, breyð, frukt og grønmeti. Mvg’ið á hesum vørum kundi verið 10%. Oljuavgjaldið skal takast av.
Tað er vorðið munandi dýrari at liva í Føroyum vegna dýrari olju, hægri brúkaragjøld, økt arbeiðsmarknaðargjøld o.a. Serliga fyri familjur við nógvum børnum hevði tað verið ein sera góður stuðul, um mvg’ið á neyðturviligar húsarhaldsvørur lækkar. Líknandi skipanir eru royndar í fleiri evropeiskum londum við góðum úrslitum. 

3. Broyting skal gerast í Arbeiðsloysisskipanini. Arbeiðsloysistryggingarnar skulu hækkast so at tær eru 80% av lønini, sum tann arbeiðsleysi hevði, og ikki 70% av eini arbeiðsmannaløn, sum tað er nú. Eitt loft á 20.000 kr skal setast á als-stuðulin. Pensjón, frítíðarískoyti, tryggingar og annað sum arbeiðsgevarar rinda skal leggjast oman á arbeiðsloysisstuðulin.
Fiskimenn skulu fáa serliga skipan í ALS, so at hesir eru vardir, tá ið skip liggja í longri tíðarskeið. 

4. Gerast skulu lógir sum forða fyri privat spekulasjón í ogn Føroya fólks. Ansast má eftir, at tað almenna ikki missir ognarrættin á tí, sum vanliga verður mett sum ogn Føroya fólks, hetta eru t.d. fiskiloyvi, aliloyvi, jørð, olja og annað náttúruríkidømi. 

5. Ásetast skal við lóg, at øll skulu hava eftirløn á í minsta lagi 15% av lønini. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu hava 10 ára skiftistíð til at fáa síni eftirlønarviðurskifti í rættlag. Tær eftirlønarskipanir, sum eru galdandi undan broytingini, skulu ikki rørast. Ávísar treytir skulu setast við hvørja eftirlønarskipan fakfeløgini hava, tó skulu feløgini og arbeiðstakararnir hava ávíst rásarúm at skipa síni eftirlønarviðurskifti sjálvi.
Mótrokningin hjá pensjónistum sum arbeiða skal minkast úr 60% niður í 30%. Hetta stimbrar hugin hjá pensjónistum at arbeiða við síðuna av pensjónini, um tey hava møguleika og eru før fyri tað. Eingin pensjonistur skal tó noyðast at arbeiða í ellisárum vegna ov lága pensjón. Pensjónistar skulu, eins og í dag, kunna forvinna uml. 54.000 kr áðrenn mótroknað verður.

6. Arbeiðseftirlitið og skipaeftirlitið skulu styrkjast munandi, so hesir stovnar fáa røkt sína eftirlitisskyldu til fulnar umframt at skipa fyri fleiri skeiðum um góð og trygg arbeiðspláss, sum raðfesta arbeiðsumhvørvi sera frammarlaga. ´

7. Frítíðarílønin skal hækkað til 13,5%, so tað svarar til frítíðina, sum fólk eru tillutaði, eftirløn skal leggjast omaná frítíðarlønina.
Pensjón, og frítíðarískoyti skulu leggjast omaná allan almennan stuðul og veitingar, sum virka sum endurgjald fyri løn. Tað rakar pensjónina hjá teimum, sum vegna eitt nú barnsburð, sjúku ella arbeiðsloysi eru av arbeiðsmarknaðinum í styttri og longri tíðarskeið. Hetta er ikki rætt og eigir at broytast beinanvegin. 

8. Tryggingarlógin skal broytast og avtala skal gerast við ES um tryggingarvirksemi. Lógarkravnda vanlukkutryggingin skal áseta, at fólk skulu hava ávegis endurgjald innan 1 ár. Útgjaldið skal svara til mista arbeiðsinntøku, sjúkradagpeningurin og endurgjaldið til avvarandi skal hækkast munandi. 

9. Ásetast skal við lóg, at foreldur hava rætt at vera heima hjá sjúkum barni við løn. 

10. Fyri at tryggja brúkaran, skal brúkaraumboðsmaður setast á stovn. Føroysku brúkaralógirnar skulu fylgja Norðurlendskum standardum. 

11. Stakir forsyrgjarar, sum eru lesandi, skulu hava dupultan lestrarstuðul og ”pápeningurin”, hjá øllum støkum uppihaldarum, skal hækkast til 2000 kr um mánaðin. 
Øll sum fara í miðnámsskúla og á hægri lestur skulu hava útbúgvingarstuðul, hóast tey ikki eru fylt 18 ár. 

12. Gjøld so sum sjúkrakassi og kringvarpsgjald skulu leggjast í skattaskipanina. Hesi gjøld raka ávísar samfelagsbólkar, sum ikki hava so stóra inntøku, sera meint. Frægari hevði verið, at hetta lá í skattaskipanini. 

13. Fyri veruliga at fáa skattaskipanina lutfalshækkandi (progressiva) er neyðugt at broyta kommunuskattaskipanina so at hon eisini er lutfalshækkandi eins og landsskattaskipanin. Kommunuskattur er vorðin ein alsamt størri partur av samlaða skattinum hjá fólki og er hækkaður so hvørt landið leggur fleiri uppgávur út á kommunurnar, tí er rætt at broyta skipanina. 

14. Fólkateljingin 2010 skal vera somikið góð og gjøgnumførd, at hetta verður hin seinasta fólkateljingin í landinum. Fólkateljingin skal m.a. kortleggja sosialu støðuna hjá fólki, bústaðarviðurskifti, útbúgvingarviðurskifti o.s.v. Hetta kann gerast eitt hitt hentasta amboðið, tá ið sosialar lógir skulu smíðast.
Hagtøl skulu gerast yvir arbeiðsmarknaðin og munandi meir sosial gransking skal fremjast í Føroyum 

15. Arbeiðsgevarar skulu stuðlast í at taka fólk við skerdum førleikum í starv. Øll almenn arbeiðspláss, sum hava fleiri enn 15 starvsfólk, skulu binda seg at taka fólk í vard størv.