Leygardagin 20. september kl. 11.00 skipar Treysti fyri renning í Kalsoynni. Eins og í fjør fáa rennarar høvi at royna ein øðrvísi túr av Syðradali til Trøllanes
A heimasíðuni hjá Treysti skriva tey, at eins og í fjør verður talan um ein rennitúr, og ikki um eina rennikapping. Undirtøkan í fjør var góð og øll vóru á einum máli um at hetta var ein super túrur, og átti at verða á hvørjum ári. Treysti roynir tí aftur í ár, og vóna tey at luttøkan verður eins góð sum í fjør.
Byrjað verður at renna kl. 11.00. Sam siglir av Klaksvík kl. 10.15 til Syðradals, har runnið verður frá nýggju ferjuleguni og norður til Trøllanes. Teinurin er 16,5 kilometrar og verður runnið ígjøgnum allar fýra tunnlarnar. Allir luttakararnir verða tí bidnir um at hava lummalykt/pannulykt við. Teinurin áðrenn fyrsta tunnilin er umleið 7 kilometrar. Á restini av teininum er størri parturin ella umleið 5,5 kilometrar í tunnli.
Tá ein er komin í mál á Trøllanesi, er ein breyðbiti, kaffi/te og pannikøka at fáa.
Møguleiki er at sleppa heimaftur við Sam kl. 14.40 ella 17.35. Luttøkugjaldi er kr. 50, og skal gjaldast áðrenn byrjað verður á Syðradali.
Øll eru vælkomin at luttaka. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til treysti@treysti.fo í seinasta lagi hóskvøldið 18. september kl. 22.00. Um tit hava spurningar kunnu tit ringja til Guttorm Sørensen á fartelefon 230210 ella Jonhard Larsen á fartelefon 285200.




