Tit valdu rætt!
Sáttmálin sum Klaksvíkar Kommuna og meirilutin í Hvannasunds Kommunu komu ásamt um, er ikki verdur tað pappír, hann er feldur á.
Veruleikin er, at sáttmálin var fyltur við gyltum lyftum, sum Klaksvíkar Kommuna als ikki er før fyri at standa við.
Tey komandi árini er Klaksvíkar Kommuna noydd til at repa seglini. Skuldin nærkast einari álíkning, so neyðugt verður at taka stig, sum minka um raksturin og íløgurnar hjá Kommununi.
Skerjingar, sum gera lyftini í sáttmálanum ógvuliga veruleika fjar.
Vinarliga
Kristian Eli Zachariasen
Býráðslimur




