Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jákup Mikkelsen stillar ikki uppaftur

John William Joensen

Stóri atkvøðuslúkurin hjá Fólkaflokkinum á seinasta býráðsvali, Jákup Mikkelsen, stillar ikki uppaftur. Men hann fegnast um tey mongu frambrot sum eru hend í Klaksvík seinastu trý árini.

– Høvuðsorsøkin er at eg sitið í løgtinginum og havi tí avgjørt at lata onnur fáa møguleikan at royna seg í býráðnum.

Nógv er avrikað
Jákup Mikkelsen sigur at hóast tað eru onkur mál, sum ikki blivu loyst – so er hann sera fegin um seinastu trý árini hann sat í býraðnum.

– Sum formaður í Byggi- og Býarskipannarnevndini kann eg hyggja aftur á hetta tíðarskeiðið við áhugað og fegnast um tey mongu mál sum okkum hepnaðist at avgreiða.

– Eg kann nevna útbyggingin av Ósáskúlanum – sum var eitt sera stórt og trupult mál – men sum nú er farið av bakkastokki.

– Barnahúsið Margit er eitt nýbrot í søguni hjá Klaksvík. Hetta er fyrsti barnagarður, sum bygdur er til endamálið i kommununi.

– Vit hava framt eina røð av útstykkingum har fólk í dag kunnu seta búgv og harafturat hava vit stungið út í kortið við m.a. útstykkingum uppi á Fossum har byggjast kunnu eini 300 til 700 sethús.

– Eisini hava vit arbeitt miðvíst fyri at fáa ringvegin liðugt gjørdan – og hetta fer at hjálpa sera nógv í samband við ferðsluna úr og til Norðoyatunnilin.

– Á vinnuøkinum hevur eydnast okkum at fáa Djúphavnina í Ánunum gjørda lidna og kemur hetta uttan iva at hava stóran týdning fyri vinnulívið í norðoyggjum.

– Svimjuhøllin var í sera vánaligum standi – men hon hevur fingið eina stóra umvæling og nýtt baðiland – og ikki er ov nógv sagt at hon er ikki at kenna aftur í dag.

– Eisini fegnist eg um at vit fingu eina nýggja Badmintonhøll, til frama fyri ítróttin, samkomulívið og ikki mist frítðarlívið í býnum.

– Hesi trý árini hava vit eisin bøtt munandi um umstøðurnar hjá ungdóminum í býnum. Vit hava fingið eitt Virkishús og saman við Dávavirkinum er talan um tvær sera væl eydnaðar verkætlanir.

– Sjálvandi eru eisini mál sum okkum ikki eyndaðist at loysa men samanumtikið haldi eg at vit hava gjørt eitt sera gott arbeiði og kunnu fegnast um framburð á øllum økjum.

– At tað eisini eru mál, sum fingu eina óhepna viðgerð er eisini rætt, men eg haldi at vit ofta hava lindið til at gloyma sólskinsøgurnar og tær eru hóast alt ikki so fáar.

– Tíanverri eydnaðist ikki at koma á mál við miðbýarætlanini – men vónandi gongur ikki ov long tíð fyrr enn hetta málið eisini verður loyst, sigur Jákup Mikkelsen, fyrrverandi varaborgarstjóri.