Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er ein uppgerð á veg í Javnaðarflokkinum?

John William Joensen

Millum fjølmiðlafólkini, sum fylgja ABC samráðingunum, verður tosað um ein møgulig uppgerð í javnaðarflokkinum er á veg – Eygleiðarar vilja verða við at Helena Dam á Neystabø ikki heilhjartað tekur lut í samráðingunum.

Tað ljóðar at Helena Dam á Neystabø ikki luttekur – eins heilhjartað í samráðingunum – sum flokksfelagarnir. Grundin skal verða at tað eru fleiri, sum halda at skrivstovumálið í tinganesi, eisini slítur uppá trúvirði hjá flokksformanninum í Javnaðarflokkinum – og at ABC samgongan er einasti møguleiki hjá Eidesgaard – um hann framhaldandi skal hava vónir um at varðveita løgmannsembatið.

Slitnað ABC samráðingarnar – verður stóri taparin núverandi løgmaður og tá er sannlíkt at eitt formannskifti kann henda í Javnaðarflokkinum og tá er eyðsýndasti avloysarin – Helena Dam á Neystabø.

Helena væl nøgd við samráðingarnar.
Helena Dam á Neystabø er ikki hvør sum helst í Javnaðarflokkinum. Hon gjørdi eitt gott persónligt val og endaði sum nummar trí á listanum – undir liðini á Gerahard Lognberg – og sum dóttir Atla P. Dam, sála, hevur hon stóra viðring millum limirnar í Javnaðarflokkinum.

Tá vit tosaðu við hana í gjár – vísti hon øllum gitingum um eina uppgerð í javnaðarflokkinum frá sær og segði at samráðingarnar gingu væl.

– Eg haldi at tað er ein sera góður stemningur millum samráðingarfólkini – men sjálvandi ilt er at meta um hvussu leikur fer tá trupulu málini – sum standa fyri framman – koma á borið.

– Vit arbeiða við at finna loysnir men alt kann henda í politikki og tí er alt ov tíðliga at siga hvat úrslitið verður.