Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj føroysk sjónvarpsrás

Oliver Joensen

IKTUS er heiti á nýggjari føroyskari sjónvarpsrás, sum fer at senda fyrsta dagin á nýggjum talgiltum sendinetið. Stórur kunnandi fundur verður fyri øll áhugað í Kelduni í Skálafirði leygardagin 27. sept. Kl 16.00-17.00.

Á fundinum verður ein stuttur filmur sýndur á stórskíggja, sum kunnar um nýggju rásina, og vísir brot úr ymiskum sendingum. Greitt verður síðan frá endamáli, ætlan og møguleikum við IKTUS sum eitt tvørkirkjuligt forum, har allar evangeliskar kirkjur og samkomur kunnu luttaka í sendingum. Umboð frá áhugaðum kirkjum og samkomum kunnu eftir fundin skipa seg í arbeiðsbólkar umboðandi ymisk økir í landinum, sum hava til endamáls at lata tilfar til nýggju rásina.
Aftaná fundin verður høvi at seta spurningar, at síggja upptøkutól, ein upptøkubuss og at fáa sær ein kaffimunn.

IKTUS, kristiligt sjónvarp, varð stovnað í mai 2008, og nakað seinni sást búmerki, sum er ein fiskur, á skerminum hjá teimum, sum leitaðu sær rásina fram. Nakrar royndarsendingar hava verið, t.d. frá Fjarðafestivalinum 2008, har sent varð beinleiðis allar 3 dagarnar á talgiltu rásini IKTUS og samsent á Rás 1 hjá Televarpinum, og í løtuni arbeiða umleið 5 fólk við ymiskum fyrireikingum, t.d. við at byggja upptøku og sendistudio, at gera upptøkur, klippa og annars at leggja alt til rættis.

Ætlanin er at byrja nakrar regluligar sendingar í oktober, og so við og við at víðka um senditíðina, í takt við at kirkjur, samkomur og onnur áhugað byrja at lata meira tilfar og luttaka í beinleiðis sendingum.
IKTUS sæst, sum er, í miðstaðarøkinum og á Skálafjørðinum á sendinetinum hjá R2Net – á 578Mhz (kanal 34) – frá Nólsoynni, og um stutta tíð verður sendinetið víðkað við sendarum á Gøtueiði og Brúnaskarði, og síðan á t.d. Oyrnafjalli í Suðuroynni.
Tað eru í hvussu er 4 háttir at síggja rásina IKTUS. Tann fyrsti er við einum sjónvarpi, sum hevur DVB-T móttakara innbygdan, tað hava fleiri nýggj flatsjónvørp. Tann næsti hátturin er við einum leysum DVB-T móttakara, t.d. Televarpsmóttara. Tann triði er við einum hardiskupptakara við innbygdum DVB-T móttakara og til seinast við einari farteldu við innbygdum DVB-T ella leysum DVB-T USB stikki. Allir háttirnir hava sjálvandi brúk fyri eini UHF antennu, sum t.d. Televarpshyggjarar longu hava.
IKTUS er ein sokallað free-to-air rás, t.v.s. hon krevur einki kort, er ókeypis at síggja, og verður fíggjað við stuðlum og gávum.
Fyrireikarnir vóna at síggja nógv fólk til fundin, sum verður komandi leygardag, annars fæst meira at vita á heimasíðuni: www.iktus.fo

Anja Hansen