Í Norðlýsinum skrivar Jógvan Andrias Joensen hugleiðingar um framtíðarpolitikk í samband við komandi kommunustýrisval, og hann hevur okkurt um møguleikarnar hjá Klaksvík og tí økinum
Áhugaverdur lesnaður, men tað eru onkrar vendingar í greinini, ið eg festi meg við, har summar beinleiðis hava týdning fyri at náa endamálinum, meðan tann eina er regluligt føroyskt tankaloysi!
"arbeiðsbólkar arbeiða partapolitiskt og átrúnaðarliga óheftir"!
Mær dámar væl, at skrivarin nýtir vendingina "partapolitiskt", tí tað vanliga er, at orðið "politiskt óheftir" verður nýtt. Men hvussu kannst tú føra politikk, um tú er politiskt óheftur?
Hin vendingin er "átrúnaðarliga óheftir"
Í partapolitiskum høpi tosa vit um sjálvstýri/ samband og høgra/vinstra. Hetta forðar ofta náttúrligum loysnum á lokalum økjum, tí í høvuðsheitinum er ideologiskur politikkur bert galdandi á hægri støði í løgtinginum.
Men so er tað viðvíkjandi tí átrúnaðarliga.
Sjálvur eri eg regluligur kirkjugangari, men eg kann ikki skilja, hví andaliga ávirkanin skal haldast burtur úr sinni mínum, tá eg skal taka støðu til allar umstøður í samfelagnum, eisini framtíðarvánir hjá lokalu samfeløgunum í samband við kommunustýrisval. Eg havi varhuga av, hvat greinskrivarin sipar til, men hoyrir ein tílík vending heima nevndu grein?
Hin við tankaloysinum snýr seg um yvirskriftina: Meðan Klaksvíkin flytir seg!
Eg vænti, at hvørki partapolitiskur ella átrúnaðarligur politikkur fær klaksvíkina at flyta seg!
Eyðun Mohr Viderø




