Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ føroyameistarar í smágentudeildini

John William Joensen

Leygardagin vunnu smágenturnar hjá KÍ Føroyameistaraheitið og eftir 3-1 sigurin á Skála var KÍ Føroyameistari

Leygardagin leikti KÍ seinasta umfar í smágentudeildini, sum var á Skála.
Av tí at B36 ikki møtti leikti KÍ og Skála ein dyst og KÍ vann 3-1. KÍ genturnar vunnu so uttan dyst móti B36 og málini hjá KÍ skulu Eyðvør Klakstein 2 og Maria Thomsen 1.
Magnus á Stongunum handaði KÍ leikarunum gullmerkini og ferðasteyp.
Tað gongur rættuliga væl hjá Kí í kvinnudeildini. Nakrir av leikarunum á KÍ leiðnum hava vunnið FM heitið fleiri ár á ræð.

KÍ vann eisini steypafinaluna ímóti HB fyrr í ár og harvið hava dugnaligu KÍ genturnar vunnið greipuna.

KÍ smágentur 2008: Anna Jakobsen, Mina Sirdal, Annika Klakstein, Maria K. Thomsen, Fanny Elttør, Judith Ellingsgaard, Sigrun Sirdal, Bára S. Klakstein, venjari. Framman frá vinstru: Bjørg Josephsen, Tina Joensen, Eyðvør Klakstein, Anita Gregersen, Gunnrið Jacobsen og Monica Biskopstø

Harleywoodpaint