Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík undir nýtt kappingarár

John William Joensen

Nú eitt nýtt kappingarár stendur fyri framman, eru liðini hjá Team Klaksvík so smátt farin í gongd við venjingarnar.

Tíðindaskriv frá Team Klaksvík

Seinasta mánaðin hevur Jarvin F. Hansen staðið fyri venjingunum hjá teimum vaksnu, og sigast má, at uppmøtingin hevur verið avbera góð – og leikararnir hava góðar vónir til kappingarárið.
Hesa vikuna eru teir yngru dreingirnir farnir i gongd. Í fyrstu atløgu er Fríðin Ziskason settur til at taka sær av teimum ungu. Dreingir 14 ár byrjaðu venjingina mánadagin, meðan dreingir 10 og 12 byrjaðu mikudagin. Dreingir 17 ár hava havt møguleikan at venja saman við teimum vaksnu, og tað hava fleiri gjørt sær dælt av. Í komandi viku eru tó ætlanin, at unglingarnir hjá Team Klaksvík skulu venja fyri seg sjálvar mánakvøld, meðan teir framhaldandi skulu venja saman við teimum vaksnu mikukvøld
Á heimasíðu felagsins www.team-klaksvik.com, undir venjingartíðir, fæst nærri at vita um, nær hvørji einstøk lið venja, og hvør árgangur hoyrir til hvørt liðið.
Í Team Klaksvík verður vónað, at komandi kappingarár fær eina góða byrjan, við góðari uppmøting til venjingarnar, og felagið ynskir øllum vælkomin at vera við til at stuðla og menna hondbóltinum í Norðoyggjum.

Team Klaksvík