Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt eydnuhjól

John William Joensen

Nú summarið er av, og hægsta heystartíð er, fer Fornminnisfelagið í Nes Kommunu leygardagin at skipa fyri stórum eydnuhjóli á Svangaskarði.

Frá Fornminnisfelagnum í Nes Kommunu – Tíðindaskriv:

Nú summarið er av, og hægsta heystartíð er, fer Fornminnisfelagið í Nes Kommunu leygardagin at skipa fyri stórum eydnuhjóli á Svangaskarði.

Eitt sovorðið eydnuhjól ella, sum tað nevndist fyrr, “lykkehjul”, hevur ein ávísan hugnaligan dám yvir sær. Fólk koma saman, práta og skemtast, meðan tey kappast um at keypa seðlar og vinna lutir.

Byrjað verður kl. 19 við einum drekkamunni, kaffi, te, saft til børnini aftur við einum góðum køkubita, ein felagssangur verður sungin, og kórið í Fríðrikskirkjuni luttekur. Ætlanin er síðani at “borðreiða” við onkrum serliga forvitnisligum undirhaldi eina lítla løtu, áðrenn sjálvt eydnuhjólið byrjar um áttatíðina.

Og her eru nógvir og góðir vinningar, so sum lomb, døgurðamatur, málningar/tekningar, handaliga vælgjørdir og góðir lutir, bæði til vaksin og børn.

Endamálið við tiltakinum er at fáa fornminnisfelagnum pening til vega at brúka í tí stóra bygdasavnsvirkseminum, vit eftir hondini hava bygt upp her í kommuni. Nevnast kunnu húsini, har Gamli Prestagarður á Nesi er ein av størstu perlunum hjá okkum, men eisini húsini á Gadd, sum júst eru umvæld, Køkshúsini í heimrustini á Toftum og nú eisini Gamla Gerði, sum enn ikki eru liðug umvæld.

Prestaneystið á Neshamri verður set í stand í næstum, so tað kann hýsa tí partinum av søguni, sum er knýtt at sjónum.

Nógv orka er løgd í at gera tey søguligu minnini atkomilig hjá vitjandi, bæði hjá landsmonnum og útlendskum gestum. Til hetta virksemi hevur fornminnisfelagið gjøgnum tey 13 árini fingið hollan stuðul frá kommunu, virkjum og fyritøkum og frá einstaklingum. Tað eru vit sera takksom fyri. Uttan tann styrk hevði okkara stóra virksemi verið av ongum.
Vónandi síggja vit nógv hugagóð fólk á Svangaskarði leygardagin, har øll eru vælkomin.

Fornminnisfelagið í Nes Kommunu