Nú sunnudagin 28/9 kl. 18:30 spælir Team Klaksvík fyrsta dystin í nýggja kappingarárinum, og spenningurin er stórur, um felagið fer at vinna sær sæti í bestu mansdeildini.
Spenningurin er sum vera man stórur, nú flaggskipið hjá Team Klaksvík, 1. deild menn, skal royna at vinna sær sæti í bestu mansdeildini, skrivar heimasíðan hjá Team Klaksvík, www.team-klaksvik.com.
Sunnudagin er so fyrsta veruliga royndin, tá ið mennirnir úr Team Klaksvík taka í móti strandingum.
Seinasta kappingarár var tað júst StíF, sum vit einum góðum endaspurti, køvdi vónirnar hjá Team Klaksvík um at sleppa upp í bestu mansdeildina, og tí er onki at ivast í, at klaksvíkingar fara at leggja hart út.
Nýggir spennandi
leikarar á veg inn
Team Klaksvík verður eftir øllum at døma mannað við áleið sama fólki sum í fjør, men sum skilst á Fríðini Ziskasyni, leikandi hjálparvenjara, so er ongin leikari sjálvskrivaður á liðinum, tí fleiri onnur nøvn eru, sum síggja lovandi út.
Fríðin sigur, at venjingarnar higartil í ár hava verið gevandi og uppmøtingin framúr góð.
Jarvin F. Hansen, venjari, hevur lagt dent á at venja bæði fysiskt og taktiskt, so tað verður ómetaliga spennandi at síggja okkara hondbóltsharrar leggja til brots sunnudagin.
Dysturin Team Klaksvík – StíF verður í Badmintonhøllini sunnudagin tann 28. septembur kl. 18.30.




