Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vestergaard Fiskimálaráðharri

John William Joensen

Javnaðarflokkurin er ikki enn samdur um landsstýrisfólkini, men Fólkaflokkurin er klárur at fara í landsstýri. Annika Olsen verður landsstýriskvinna í innlendismálum

Tað verður Annika Olsen, sum verður landsstýriskvinna í Innlendismálum og Jacob Vestergaard verður nýggjur fiskimálaráðharri.

Sum vit skilja var hørð kapping millum Vestergaard og Jákup Mikkelsen um fiskimálaráði – men tað endaði so við Vestergaard og keldur siga at Jákup Mikkelsen fekk lovað ein tíðandi ábyrgdarsess.

Hjá Javnaðarflokkinum er einki liðugt enn og tingmanningin hevur avgjørt at møtast eftir tingfundin í morgun – har nýggjur løgmaður verður valdur.