Leygardagin verður fernisering av nýggju lampunum frá Lirio. Lirio er eitt heilt nýtt slóðbrótandi merki, ið borgar fyri góðsku og ótrúliga flottum sniðið.
Slagorðið aftanfyri merkið er, “Create light, control shadow”. Framleiðararnir hava lagt stóra orku í at temja ljósið, soleiðis at ein kann uppliva gott ljós uttan at vera blendaður. Vøruúrvalið av Lirio lampum, verður javnan víðkað soleiðis at mótin altíð er tann nýggjasti.
Vit hjá EL-IN eru sera stolt av at umboða eitt so dygdargott merkið, og hava vit tí valt at givið lampunum sera gott pláss í handlinum. Lampurnar kunnu baðið brúkast til heimabrúks ella til virkisbygningar. Tunnilsdagin verður so møguleiki at síggja hesar nýggju lampurnar av fyrsta sinni, og í sambandi við dagin, verður bjóða POP TOP til børnini og kaffi og okkurt afturvið til tey vaksnu.
Vit vóna at lampurnar vera væl móttiknar og at síggja nógv fólk til dagin.
Vinarliga heilsan
Vit hjá EL-IN í Klaksvík




