Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Russiska bjørnin kvaklast við

John William Joensen

Íslendingar illa heitnir, russisku flogførini eru fjølgað síðani USA fór av landinum og nú ein dagin kom herðskipið Stóripætur framvið á veg yvir til Venezuela til herðvenjingar saman við Hugo Chavez

Fá ár eru runnin síðani herðrópini dunaðu frá vinstravonginum í Íslandi: “USA av landinum”.

Teir brúktu allar møguleikar fyri at gera vart við mótstøðuna móti USA, sjálvt tá hátíðardagar vórðu hildnir á tingnarliga Tingvøllum.

Tá so USA fór av landinum, stóðu íslendingar ikki bara nipnir, men hildu, at :”Tað líkist ongum, at amerikanarar ríma soleiðis”.

Komandi fíggjarætlan Russlands økir munandi um játtanina til hernaðarmál.

Tá ið sovjetisku hernaðareindirnar fyri meira enn 45 árum síðani og USA stóð sterkt, og løgdu seg út í og við herðmegi foraðu Sovjetsamveldinum at byggja krígseindir upp á Cuba, hetta var hóast alt meðan John F. Kennedy sat sum forseti, bjargaðu teir eini inngongd til USA og lamdu kommunismuna nakað.

Putin og Chavez í USA-bakgarðinum
Nú Putin hevur sett sær fyri, at Russland aftur skal gerast stórmegi, ger hann sátt við bakgarðin í USA við Hugo Chavez, sum ikki at hava besta orðalagið til USA. Hesir fara nú samfeldir at gera hernaðarvenjingar dygst við USA.

Tað er at vóna, at USA ikki viknar, tí tað fer at geva trupulleikar fyri allan tann frælsa vesturheimin.

So latið okkum vóna, at sterkasta tjóð í heiminum, sum hóast alt myndar fremsta demokratiið, kemur seg aftur og fær eina støðuga framgongd búskaparliga.

Uttan tað, kann tað henda, at tað verða aðrir enn íslendingar, sum kenna seg illa heitnir.

JvK
www.keldu.com