Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann 28-18 á Stíf

Oliver Joensen

Fremsta liðið hjá Stjørnuni vann sera trygt á Stíf í Kí Høllini ídag. Hálvleiksstøðan var 13-9 til Stjørnuna.

Hóast sigurin bleiv stórur til Stjørnuna, so má sigast, at Stíf fylgdi væl við í byrjanini av fyrra hálvleiki. Tá um hálvur fyrri hálvleikur var farin, var bert eitt mál á muni. Sigst skal tó, at Stjørnan ikki brúkti sterkastu uppstillingina í byrjanini.
Í seinna hálvleiki var ongin ivi. Stjørnan dróg alt meira og meira frá Stíf og gjørdist endaliga úrslitið sostatt 28-18 til Stjørnuna. Simona Petersen skoraði 7 mál, ímeðan Durita Kristoffersen skoraði 6.