Hetta er fyrsta ferð í søguni, at allir samgonguflokkar eru umboðaðir av báðum kynunum í landsstýrinum.
Tíðindaskriv:
Tórshavn, 29. september 2008
Demokratia rósar Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum
Demokratia fegnast um javnstøðustigini hjá Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum.
Fólkaflokkurin hevur fyri fyrstu ferð valt eina kvinnu í landsstýrið. Javnaðarflokkurin hevur aftur hesa ferð hildið sítt lyfti um javnstøðu í landsstýrinum. Hetta er fyrsta ferð í søguni, at allir samgonguflokkar eru umboðaðir av báðum kynunum í landsstýrinum.
Stórt tillukku frá Demokratia.




