Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Evropeiski sentralbankin aftur til verka

John William Joensen

Fyri løtu síðan kunngjørdi Evropeiski Sentralbankin at hann fer at spíta 900 milliardir krónur inn í bankakervið

Vikuskiftið hevur verið alt annað enn gott hjá Bankum kring um í heiminum. Fleiri bankar eru farnir á húsagang og aðrir eru lagdir undir tjóðbankar.

Amerikanska stjørnin er um at verða liðug við ein stóran hjálparpakka og fyri løtu síðan kunngjørdi Evropeiski Sentralbankin at bankin sprænir 120 mia. evrur sum skal trygja galdføri hjá bankum, skrivar Ritzau fyri løtu síðan. 

Hetta svarar til næstan 900 mia. dkr.

Russiska stjørnin hevur fyrr í dag sprænt 2,9 mia. dolllarar inn í russiskar bankar. 

Bíða verður í spenningi til amerikanski børsurin í Wallstreet letur upp tí roknað verður við ógusligum fallið í partabræva prísunum.