Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um 365 ár

John William Joensen

Vit hava fingið nýtt samgonguskjal og nýtt landsstýri

Og búskaparfrøðingar og hagfrøðingar vita at siga, at sambært samgonguskjalinum er ríkisveitingin úr Danmark burtur um 365 ár.

So stutt eru føroyingar komnir á sjálvbjargnisleið, at vit uttan at skammast vilja lata danska skattgjaldaran rinda fyri okkara ovurnýtslu í – 365 ár aftrat.

Hetta er góður sambandspolitikkur, tí sambandsfólk eru sannførd um, at hetta er ein rættur, ið ríkisfelagsskapurin tryggjar okkum, men tey siga ongantíð nakað um, hvat ið vit lata afturfyri.

Men tað vóru bara 6.529 av 31.112, ið vóru á vali í januar 2008, sum valdu Sambandsflokkin. Og hesin stívligi fimtingurin hevur nú fingið sín vilja.

Eru nøkur sjálvstýrishugað fólk í Javnaðarflokkinum?

Eru nøkur sjálvstýrishugað fólk í Fólkaflokkinum?

Eru tey til, hvat siga tey um hesa semjuna um blokkin? Føroyar leysar av danskari olmussu – og harvið leysar úr donskum bondum – í 2373?

Og nú vit eru farin at rokna, lat okkum so í felag leita 365 ár aftur í tíðina – til 1643.

Hvussu nógvir føroyingar hava ikki droymt dreymar um einar frælsar Føroyar hesi árini?
Hvussu mong ættarlið av frælsishugaðum fólkum eru ikki farin undir grønu torvu?

Fyri sunnan okkum er eitt oyggjaland, sum valdi samband. Har búðu um 40.000 fólk í 1860, nú búgva 22.000 fólk í Hetlandi.

Fyri vestan okkum er eitt fyrrverandi danskt hjáland, sum valdi frælsi. Har búðu sløk 70.000 fólk í 1870. Frælsisárið 1944 búðu um 126.000 fólk í Íslandi. Í dag er fólkatalið 313.376.

Hjá okkum stendur fólkatalið í stað.

Og eitt kunnu vit gera okkum púra greitt: Vit kunnu seta í verk kanningar, vit kunnu halda ráðstevnur, vit kunnu skipa fyri ”Job-match”, sum tey rópa hetta á nýføroyskum. Vit fáa ongantíð, ongantíð unga ættarliðið heim aftur at byggja upp eitt ófrælst samfelag.

Eitt samfelag, sum dúvar upp á samband og olmussu, er dømt at doyggja, sum frá líður.

Og nú vit hava fingið ein løgmann, sum er so raskur at tala í myndum, kundi verið hóskiligt at endað við hesi veðurlagsmyndini:

Meðan sjampanjutøpparnir geltu í Tinganesi, og Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin gleddust uppi yvir ómegdarskjalinum, gjørdi útsynningurin seg til: Glaðustrokið stóð út av Lopransfirði og Trongisvágsfirði, flogvøllurin var stongdur, og sárliga græt hann oman úr Reyninum, tá ið skýmdi.

Spelkin er hesin nýggi løgmaðurin, men tað skulu eisini vera sterkir stuðlar undir manni, sum hevur átikið sær at bera sambandsleypin – rokaðan av fólkafloksfólki og javnaðarfólki – fyrsta teinin av ætlaðu leiðini: hálvafjórðu øld fram í tíðina.

Hattarvík 26.09.08
Árni Dahl

Harleyfacadeacryl