Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fløskupostur við kodu í

(Erik Biskopstø)

Tá ið børnini í 3. b á Ziskatrøð vóru uppi á Borðoyavík, funnu tey ein øðrvísið fløskupost.

Tað var mikudagin 17. sept 2008, at børnini í 3. b á Ziskatrøð vóru  uppi í Borðoyarvík í evningstímanum. Har fann onkur av næmingunum ein fløskupost. Har var eingin avsendari, men ein koda í. Hetta loystu so næmingarnir í felag, og har stóð:

Tit skulu fara at fanga krabbar og finna okkurt reytt.

Vit kundu hugsað okkum at vita, hvør hevur sent hann.

Tit kunnu seta tykkum í samband við:

3.b
Skúlin á Ziskatrøð