Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Reyði Krossur Føroya tørvar innsavnarar – serliga í Klaksvík og Havn: Nýta tríggjar tímar til heimsins neyðstøddu

Tíðindaskriv

Um tú nýtir triggjar tímar av tínu tíð leygardagin hin 4. oktober sum innsavnari, so ert tú við í arbeiðnum at hjálpa menniskjum, sum eru í djúpastu neyð.

Reyði Krossur Føroya tørvar fólk at ganga við bússum í sambandi við landsumfatandi innsavningina av pengum um alt landið hin 4. oktober.

Meldar tú teg til at ganga ein túr við innsavningabússuni kann Reyði Krossur Føroya geva eitt nú fimm svøltandi børnum í Afrika umframt foreldur teirra mat í eitt hálvt ár. Ella kann Reyði Krossur Føroya verja 500 fólk ímóti kolera og viðgera tey, gerast tey sjúk.

Ein sera stórur tørvur er á hjálp til tey veikastu kring í heiminum. Í Burma eru framvegis stórar líðingar eftir eini av teimum ringastu náttúruvanlukkunum nakrantíð, og í eitt nú Etiopiu hóttir ein nýggj hungursstórvanlukka familjur í túsundatali.

"Serliga mangla vit innsavnarar í Klaksvík og í Havnini. Gott hevði verið, um fleiri meldaðu seg til at ganga við innsavningarbússum nakrar tímar leygardagin millum kl. 12 og 15. Eitt nú kann tað vera ein familja, íð hvør sær fer runt við innsavningarbússuni í tí økinum, har ið tey búgva," sigur formaðurin fyri Reyða Kross Føroya – Suni Vinther.
Fyri at greiða frá, hví Reyður Krossur Føroya skipar fyri innsavning, verður fyrilestur um hetta evnið í Húsinum í Klaksvík mikukvøldið 1. okt. Kl. 20.30. Fyrilesturin, har m.a. ein filmur verður vístur, sum hevur evnið: Hví savnar Reyði Krossur pening, og hvønn sendir Reyði Krossur út í heim at hjálpa.

Hetta er aðrir ferð í søgini, at Reyði Krossur Føroya skipa fyri landsumfatandi peningainnsavning við at fara fra hurð til hurð við bússum. Teir triggjar tímarnar næsta leygardag millum kl. 12 og 15 fara sjálvboðnir innsavnarar at koma til dyrnar í hvørjum húsum og savna inn pening til tey neyðstøddu í heiminum.

Aðrar staðir í Vesturheiminum fara fram líknandi innsavningar.

"Løtan fyri innsavningina er tó ymisk frá einum landi til annað. Men Reyði Krossur er jú einn heimsumfatandi felagsskapur, hvørs endamál er at hjálpa fólk í neyð, og ein part av innsavnaða peninginum her í Føroyum fara vit eftir tørvi at lata til ein altjóða grunn, sum fer at vera brúktur næstu ferð einn stórvanlukka hendur," sigur Súni Vinther.

Ì Føroym eru fólk sum heild gávumild, tá ið ræður um at veita hjálp til neyðstødd.

"Mín vón er, at hetta eisini fer at gera seg galdandi, tá ið innsavningin fer fram leygardagin í næstu viku," sigur Súni Vinther.

Hevur tú hug at geva nakrar tímar til tess at hjálpa heimsins harðast raktu kanst tú melda teg sum innsavnara á telefon 283630, 243003 ella 223236.
Tú kanst eisini møta upp beinleiðis leygardagin tann 4. okt. í kommunuskúlanum í Havn kl. 11. Har verður ein hugnaløta áðrenn bússur verða útflýggjaðar og vit fara at savna inn.

Vinarliga

Reyði Krossur Føroya