Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn ein finala hjá KÍ: KÍ má vinna á ÍF sunnudagin

John William Joensen

Eins og ímóti B71 næst seinasta vikuskiftið er kravið til KÍ nú aftur, at teir vinna dystin í Klaksvík sunnudagin ímóti ÍF, tí vandi er fyri, at B71 vinnur á B68 á Sandi og harvið fær sama stigatal sum KÍ, um teir tapa ímóti ÍF!!

Upp til seinasta heimadystin hjá KÍ, sum var ímóti B71 næst seinasta vikuskiftið, varð lagt upp til sanna finalu í botninum. 

Tað gjørdist eisini ein rættiligur gysari, sum tíbetur fyri KÍ endaði við einum 2-1 sigri til heimaliðið. 

Nú er aftur ein “finala” á skránni hjá KÍ, nú ÍF kemur á vitjan, samstundis sum B71 hevur heimadyst á Sandi ímóti B68. 

Vinnur B71 tann dystin, so koma sandoyingar upp á sama stigatal, sum KÍ hevur nú áðrenn hetta umfarið. Hetta merkir, at um KÍ tapir fyri ÍF sunnudagin, verða sandoyingar aftur javnir við KÍ í stigum, og so kann aftur alt henda í tveimum teimum seinastu leikumførunum.

KÍ torført
programm
Tað vandamikla fyri KÍ er, at liðið hevur eitt á pappírinum torført programm í teimum báðum seinastu umførunum. 

Næst seinasta umfarið hevur KÍ heimadyst ímóti NSÍ, og so skal liðið á vitjan í Gøtu hjá Víkingi. 

Tað er sjálvandi bæði gjørligt og væl møguligt hjá KÍ at vinna hesar báðar dystirnar, men givið er, at hesir eru alt annað enn lættir at vinna. 

Tí er tað í veruleikanum enn meira umráðandi fyri KÍ, at teir vinna hendan fyrsta heimadystin ímóti ÍF í Klaksvík sunnudagin. 

Hesin dysturin er tí enn ein finala fyri KÍ, sum sostatt tørvar eins góðan stuðul sum ímóti B71. 

Vónandi fer Bláa Bylgjan at skipa líka væl fyri, og at KÍ-stuðlar annars taka støðuna í tí álvara hon krevur, og fara á vøllin at stuðla teimum hart kroystu KÍ-leikarunum sunnudagin. 

Dysturin millum KÍ og ÍF í Klaksvík sunnudagin byrjar kl. 15:00.