Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lesarabræv: Hvat er meiningin

(Hannefía Joensen)

Formaðurin í pedagogfelagnum sigur, at foreldrini skulu einki gjalda. Tað almenna skal gjalda alt. Er alt blivið í ørviti.

Tá eg aftaná seinasta vikuskiftið mánamorgunin lurtaði eftir morgunsendingini hjá Útvarpinum, spurdi eg meg sjálvan, um eg var væl vaknaður, ella fólk eru blivin í ørviti, tí tað skal ikki so lítið til fyri at sjokkera meg.

Her hoyrdi eg eitt prát, sum journalisturin hevði við formannin í Pedagogfelagnum, Jarvin Hansen og borgarstjóran í Havnini, Heðin Mortensen, har pedagogformaðurin helt fyri, at umráðandi var at fáa ein reyðan tráð, at foreldur, sum høvdu børn í dagrøkt, einki skuldu gjalda, men at tað almenna skuldi betala allan kostnaðin frá tí, tey eru fødd og inntil tey fóru á miðnámsskúla.

Tað vil siga, at lands- og kommunukassin skal gjalda frá tí tey eru fødd til tey eru 17 ár, tá so lestrarstuðul tekur við inntil tey eru 20 ár, tá so aftur aðarar almennar skipanir koma inn og føra fólkini víðari til tey eru 30 ár.

Onkur segði einaferð, hóast ein færri av stuttleiki var í tí, so var nakað aftanfyri, at tað almenna betalir alt fyri okkum frá tí vit verða fødd, til vit endaliga eru útbúgvin sum 35 ára gomul, so arbeiða vit eini 20 ár við almennari løn inntil vit so fáa pensjón og so til seinast aftur enda inni á einum eldrabýli.

Skattur og avgjøld ov tyngjandi

Spurningurin er ídag, hvussu nógv meiri samfelagið – sum eru tú og eg hóast alt – kann leggja á av skatti og avgjøldum. Eftir míni meining eru vit farin út um tað sámuliga.

Nú eri eg ein hálvgamal maður, ein av 9 systkjum, har vit høvdu eitt trygt heim og mamma okkara arbeiddi heima. Vit fingu ein góðan uppvøkstur og øll komu væl undan. At alt nú skal verða latið upp til pedagogar og landið og kommunan bara skulu gjalda alt, er í mínari verð ørvitistos.

Eg veit væl, at tíðirnar eru heilt nógv broyttar, og rætt skal vera rætt, í mangar mátar til tað betra. Men flestu foreldur – bæði tvey – arbeiða úti og barnauppalingin er løgd út á stovnar og til pedagogar. Eg haldi tí at okkara politikarar ikki bara eiga at steðgað á, men veruliga fara at hugsa um støðuna.

Tá bleytu virðini gerast hørð
Tað kann vera, at “bleytu” virðini, sum nógvir politikarar koyra seg sjálvar fram við í dag, kunnu enda við, at tað gerst ein harður umgangur fyri alt okkara samfelag.

Føroyska samfelagið er lítið, skatturin og avgjøld eru høg, familjunar eru hart spentar, men tað sær út fyri mær, sum at øll krevja av lands- og kommunukassanum meiri og meiri, uttan at hugsa um, at onkur skal gjalda í hann, ella rættari sagt, at vit øll sjálvi skulu gjalda í síðsta enda, tí tað eru bara vit til at gjalda.

Eg fari tí at heita á politiska mynduleikan at standa á varðhaldi, so pedagogar og aðrir droymarar ikki renna landið út í mýruna, so ikki slepst uppaftur.

Ella- eg spyrji bara, hvat er meiningin? Og hvat við teimum foreldrum, sum sjálv taka sær av sínum børnum og uppala tey og eftir míni meining, minst líka væl sum pedagogar ella betri.

Vinarliga
Páll Josephsen