Síggi í bløðunum at summir kvøldskúlar bjóða dugnaskaparroynd í sigling!
Lat meg siga beinanvegin at eg sjálvur tók dugnaskaparroyndina á vetri 2004/5. Tá man tekur hetta skeið er luttøkugjaldið høgt. Men tað eru tó nógv hent vitan at fáa, hjá einum, sum dámar sjólívið.
Trupuleikin er bara at tá man fær prógvið er tað ikki vert eitt tað einasta petti, ikki eingongd tað papír tað er skriva á, um man ikki smastundis hevur 12 mánaða siglingstíð.
Tí spyrjið eg hvat meiningin hjá kvøldskúlunum er at bjóða eitt skeið út, sum man ikki kann brúka til nakað, uttan at hava siglingstíð? Og hví gevur tað almenna loyvi til sovorit?
Tað er jú ikki bíligt, og tað tekur nógva tíð og orku at gjørnumføra Dugnaskaparskeiðið í sigling! So um tú ætlar at brúka eitt dugnaskaparskeið fá tær so fyrst siglingstíð, tí at prógvið er bert galdandi í 5 ár, um tað ikki verður útskriva til vinnubræv, sum er neyðugt um man skal kunna brúka tað til nakað!
Ella fær aðrastanis t.d. Klaksvíkar og tak sjómansskúlan, og tað kostar einki!
Petur Mohr
Innandalsvegur 13
530 Fuglafjørður
Tlf. 58 41 21




