Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kreppulógirnar virka til frama fyri borgarar

John William Joensen

Tá fíggjarkreppað herjaði kring landið fyrst í 90unum var m.a. lóg sett í verk sum avmarkaði lánimøguleikarnar hjá Kommununum

Seinast í 80-unum var Klaksvíkar Kommuna millum tær kommunur í landinum sum vóru sera illa fyri.

Kommunan skyldaði fýra ferðir ársinntøkuna og ein avleiðing var at løgtingið samtykti eina lóg, sum "bert" loyvir kommunum at skylda eina álíkning.

Orðsøkin til at Klaksvíkar Kommuna nú setur bremsurnar í er tann at kommunan er komin upp undir markið fyri lántøku og tí eru býráðslimir noyddir at finna sparingar í rakstrinum ella at minka íløgurnar.

Tað er sjálvandi ein trupuleiki at kommununi tørvar gjaldføri, men tað er ein trygd fyri borgararnar at vita politikarar eru noyddir til at finna onnur tiltøk enn bara at vaksa um lánibyrðuna hjá kommununi.

Alt er relativt – eisini tosið um kreppu.

Komandi býráð far neyvan møguleikar til at fremja stórar íløgur – men tað gerð kanska ikki so nógv, tí longu nú eru stórar íløgur gjørdar, sum ikki verða lidnar fyrr enn væl inn í komandi valskeið.

Tí verður tørvurin hjá komandi býráði at gera stórar íløgur neyvan serliga stórur fyrstu tíðina.

Sum skylst so er skuldin hjá Kommununi íroknað kreditorar oman fyri 150 milliónir krónur og til samanberingar kunnu vit nevna at skuldin í 1992 var oman fyri 200 milliónir krónur.

Kommunan ikki "lokal"

Eitt yvirlit yvir lántøkuna hjá Klaksvíkar Kommunu vísir at Klaksvíkar Kommuna hevur verið dúgligur lánari hjá Føroya Banka og EIK.

Yvirlitið vísir eisini at Kommunan einki hevur lánt frá Norðoya Sparikassa.